Tíðindi: Havbúnaður Ι 18. februar 2019
Skráin fyri Aliráðstevnuna 2019
Skráin fyri Aliráðstevnuna, sum verður á Hotel Føroyum 1. mars, er nú klár.

 

Skráin er ein blanding av styttri og longri fyrilestrum, við nýggjari vitan og íblástri til fólk í og kring føroyskan havbúnað. Tað verða bæði føroyskir og útlendskir framløguhaldarar sum leggja fram á Aliráðstevnuni, og møguleikar verða eisini at netverka og hitta bæði nýggj og kend fólk í vinnuni og kring vinnuna.

 

Skráin byrjar kl. 9.45, tá Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum fer at seta Aliráðstevnuna, og fakligi parturin endar kl. 17.

 

Frá kl. 17.45-22 verður veitsluhald á Hotel Føroyum við mati og ymiskum undirhaldi.

 

Skráin til Aliráðstevnuna sæst her

 

Meldast kann til Aliráðstevnuna her.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi