Tíðindi: Handilsvinna Ι 18. februar 2019
Amazon og branding av handilsvinnuni
Mikudagin 20. februar kl. 15.00 verður heimleiðistiltak fyri limir í Handilsvinnufelagnum í Vinnuhúsinum

 

Á skrá:

 

1.   Rúnar Reistrup greiðir frá um Amazon, nú risafyritøkan í næstum kemur á danska marknaðin og fer at styrkja sína støðu í Norðurlondum.

Rúnar fer at greiða frá um Amazon sum fyritøku, hvussu hon ávirkar brúkaran, og hvussu hetta møguliga kann fara at vísa seg á føroyska marknaðinum

 

2.   Brandingarátak fyri handilsvinnuna verður avdúkað. Handilsvinnufelagið arbeiðir í løtuni við eini verkætlan, sum hevur til endamáls at branda handilsvinnuna í mun til rekrutering av lærlingum.
Kunnað verður um átakið og Niels A. Galán frá Sendistovuni fer at vísa, hvat arbeitt verður við.

 

Høvi verður at seta spurningar og lagt verður upp til prát í vinnuni, tá ið formliga skráin er av.

 

Boðast skal frá luttøku í seinasta lagi á middegi týsdagin 19. februar við at senda teldupost til industry@industry.fo ella ringja á tlf. 309900. Tiltakið verður í Vinnuhúsinum, Óðinshædd 7.

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi