Tíðindi: Handilsvinna Ι 25. februar 2019
Handilsvinnan hittist á heimleiðistiltaki
Mikudagin í farnu viku var heimleiðistiltak í Handilsvinnufelagnum, har evnini vóru Amazon og branding av handilsvinnuni í mun til rekrutering av lærlingum.

 

 

Fitt av fólki var komið at lýða á, tá ið Rúnar Reistrup og Niels A. Galán høvdu fyrilestur um ávíkavist Amazon, nú risastóra amerikanska fyritøkan fer at satsa upp á norðurlond og brandingarátakið hjá Handilsvinnufelagnum, hvørs endamál er at vekja áhugan hjá teim ungu at fara í handilslæru.

 

Handilsvinnufelagið hevur í hyggju javnan at skipa fyri slíkum heimleiðistiltøkum fyri limunum.

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi