Tíðindi: Havbúnaður Ι 25. februar 2019
Næstan útselt til Aliráðstevnuna
Bert heilt fá pláss eru eftir til Aliráðstevnuna, sum verður hildin á Hotel Føroyum fríggjadagin 1. mars.

 

Nú eru bert heilt fá pláss eftir til Aliráðstevnuna, sum verður hildin á Hotel Føroyum fríggjadagin 1. mars. Tað ber til at melda til Aliráðstevnúna fram til mikudagin 27. februar kl. 12.00, ella til tað er útselt.

 

Poul Michelsen, landsstýrismaður í Uttanríkis- og Vinnumálum, setur ráðstevnuna kl. 9.45, og síðani er ein drúgv skrá við framløgum um evnum, sum eru viðkomandi fyri alivinnuna. Tó eru fleiri steðgir eisini lagdir inn í skránna, so tað ber til hjá luttakarunum at hitta fólk í og kring alivinnuni.

 

Fakligi parturin endar kl. 17, men longu kl. 17.45 byrjar veitsluhaldið, við undirhaldi frá Jákupi Veyhe, Una Debess, Die færøische Polkaband og Lenu Andersen & Niclas Johannesen v.fl. Veitsluhaldið heldur fram til uml. kl. 22.

 

Tað ber framvegis til at melda til Aliráðstevnuna her. 

 

Skráin fyri Aliráðstevnuna sæst her.

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi