Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι 28. februar 2019
FM í handverki er nú byrjað
Fyri løtu síðani varð FM fyri handverkslærlingar sett í SMS, har nýggju lærlingar kappast innan handverksfakini timbur, el og hárfríðkan.

 

 

Annika Olsen setti FM í handverki, og hon segði m.a. soleiðis: ”El-arbeiði, timburarbeiði og hárfríðkan. Hetta eru alt umráðandi uppgávur í einum samfelag. Henda kapping varpar ljós á, hvussu týðandi tað góða handverkið er.”

 

FM í handverki verður í dag og heldur fram í morgin, og vinnararnir verða heiðraðir á torginum í SMS í morgin kl. 17.00.

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi