Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι 04. mars 2019
Hesi vunnu FM fyri handverkslærlingar
Hósdagin og fríggjadagin í síðstu viku var FM kappingin fyri handverkslærlingar á Torginum í SMS.

 

 

Nýggju lærlingar kappaðust um at gerast føroyameistari í ávikavist el, timbur og hárfríðkan. Uppgávurnar, sum lærlingarnir skuldu gjøgnumføra, vóru sera avbjóðandi, og fingu lærlingarnir stutta tíð til verkið. Hóast hetta megnaðu lærlingarnir at koma sera langt og at fremja nógv og nærlagt arbeiði undir trýsti.

 

Í grundgevingunum søgdu dómararnir at støðið var høgt, og at tað verður spennandi at fylgja hesum lærlingum á teirra yrkisleið.

 

Vinnararnir av FM fyri handverkslærlingar gjørdust:

 

El: Rasmus Poulsen, LM Electric

 

Hárfríðkan: Jórun á Gravarbø, Evoke

 

Timbur: Ingmar Dam, Búsetur

 

Hjartaliga til lukku.

 

FM fyri handverkslælingar varð fyriskipað av Føroya Handverksmeistarafelag, Handverkarafelag, Landsfelag Handverkaranna, Yrkisdeplinum og Tórshavnar Kommunu.

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi