Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι 11. mars 2019
Myndarøð frá FM fyri handverkslærlingar
28. februar og 1. mars vóru føroya bestu lærlingar kosnir í spennandi og tættari kapping.

 

Høvuðsendamálið við kappingini er at feira tað góða handverkið, umframt at varpa ljós á yrkisútbúgvingar.

 

Vinnararnir av FM fyri handverkslærlingar gjørdust:

El: Rasmus Poulsen, LM Electric 

Hárfríðkan: Jórun á Gravarbø, Evoke

Timbur: Ingmar Dam, Búsetur

 

Komandi vikurnar verða samrøður við vinnararnar skrivaðar í tíðindabrævið frá Vinnuhúsinum.

 

Føroya Handverksmeistarafelag er høvuðsfyriskipari av FM fyri handverkslærlingar. Tiltakið varð fyriskipað í samstarvi við Føroya Handverkarafelag, Landsfelag Handverkaranna, Yrkisdepilin og Tórshavnar Kommunu.

 

Her eru nakrar myndir frá døgunum.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi