Tíðindi: Sáttmálasamráðingar Ι 01. apríl 2019
Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelagið undirskrivað semju
Partarnir vórðu leygarnáttina samdir um nýggjan 4-ára sáttmála.

 

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelag Føroya undirskrivaðu leygarnáttina 30. mars nýggjan 4-ára sáttmála.

 

Nýggi sáttmálin hevur við sær eina lønarhækking á 3,26 % í ár og 2,56 % næsta ár. Partarnir eru harafturat samdir um, at lønarhækkingarnar í 2021 og 2022 fylgja hækkingunum á arbeiðsmarknaðinum annars, soleiðis sum hesar tá verða avtalaðar.

 

Tillagingar eru harafturat gjørdar í sáttmálanum. Millum hesar kunnu nevnast, at freelance flogskiparar nú verða fevndir av sáttmálanum, og eisini verður staðfest, hvørjir flogskiparar eru at meta um leiðandi, og tí ikki fevndir av sáttmálanum.   

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at tað eydnaðist pørtunum at finna eina semju, áðrenn sáttmálin gekk út, og at friður er á hesum partinum av arbeiðsmarknaðinum komandi 4 árini.

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi