Tíðindi: Handilsvinna Ι 08. apríl 2019
Handilsvinnan vitjar Glasir
Mikudagin í farnu viku var handilsvinnan á Glasi. Á skránni vóru stuttar framløgur og prát millum næmingar og fyritøkur.

 

Olav Absalonsen og Eyðvør Berg bjóðaðu vælkomin vegna ávikavist Glasir og Handilsvinnufelagið. Síðani fingu fyritøkurnar orðið, har tær í stuttum greiddu frá, hvørji tey eru. Finn Jensen, dekanur fyri hægri nám, fekk eisini høvi at greiða frá møguleikum fyri víðari útbúgving eftir handilslæru.

 

Eftir hetta var prát millum næmingar og fyritøkur, har næmingarnir vitjaðu fyritøkurnar í smærri bólkum.

 

Luttakandi fyritøkurnar vóru:

Idé Møblar

Koppur og kanna

HTH Køkar

Rit & Rák

Teldutænastan

Borg

Eikin

Skálkur

Á (Landavegur, Vestmanna og Sundsvegur)

Vøruhúsið á Hjalla

 

Endamálið við tiltakinum var at kunna og eggja tey ungu at taka yrkislærda vegin. Fyritøkurnar fingu á henda hátt møguleika fyri at heilsa upp á tey ungu, lurta eftir teirra ynskjum og greiða frá, hvat eitt arbeiði hjá teimum fevnir um, og hvørjar møguleikar tey hava, um tey velja handil sum yrki.

 

Niðanfyri eru nakrar myndir frá tiltakinum:
 

Myndir: Vinnuhúsið og Petur Asano, næmingur á Glasi

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi