Tíðindi: Inn- og Útflutningur Ι 08. apríl 2019
Kunningartiltak um handils- og uttanríkisviðurskifti
Hósdagin 11. apríl kl. 14.30 verður heimleiðistiltak í Vinnuhúsinum um handils- og uttanríkisviðurskifti.

 

Á tiltakinum fara fólk frá uttanríkistænastuni at greiða frá um virksemið á sendistovum Føroya úti í heimi, nýggjasta um Brexit og um aktuellu samráðingarnar um fríhandil og veterinerar avtalur við ymisk lond og felagsskapir. Eisini fara tvey fólk úr vinnuni at greiða frá um teirra royndir og avbjóðingar í s.v. samhandil millum Føroyar og útheimin.

 

Skráin fyri tiltakið er henda:

14.30 Vælkomin                      

Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, og Gunnar Holm-Jacobsen, deildarstjóri á uttanríkistænastuni

14.45 Tvey vinnufeløg greiða frá um teirra royndir og avbjóðingar í s.v. handil við útlandið

Suni Justinussen, stjóri á JT Electric

Pól í Skorini, søluleiðari á Pelagos

15.10 Nýggjasta um Brexit

Áki Johansen

15.20

Steðgur

15.35 Sendifólkini greiða frá um virksemið á sendistovunum

Petur Petersen, sendimaður í Íslandi

Elin Mortensen, sendikvinna í ES

Áki Johansen, sendimaður í Stóra Bretlandi

Sigmundur Isfeldt, sendismaður í Keypmannahavn

16.05 Gongdin í handilssamráðingunum við ymisk lond og felagsskapir

Gunnar Holm-Jacobsen, deildarstjóri á uttanríkistænastuni

16.15 Liðugt

 

 

Broytingar kunnu verða gjørdar í skránni.

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi