Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι 15. apríl 2019
Aðalfundur í Føroya Handverksmeistarafelag
Hósdagin 10. apríl hevði Føroya Handverksmeistarafelag aðalfund

 

Føroya Handverksmeistarafelag er samansett av lokalfeløgunum í Havn, Eysturoynni, Klaksvík, Vágum og Suðuroy.

 

Fyri vali hesaferð stóðu umboðini fyri Havnar Handverksmeistarafelag, Magnus Magnussen og Vága Handverksmeistarafelag, Jens Kristian Haraldsen. Teir vóru báðir aftur innstillaðir vegna Havnar- og Vága Handverksmeistarafelag, og blivu tískil afturvaldir.

 

Sum tiltakslimir vóru Pauli Hofgaard, vegna Havnar Handverksmeistarafelag, og Thorfinn Nielsen, vegna Vága Handverksmeistarafelag, afturvaldir. 

 

Í nevndini í Føroya Handverksmeistarafelag sita eisini Petur Frank Joensen, Dávur Høgnason og Sjúrður Holm.

 

Nevndin skipaði seg eftir aðalfundin á sama hátt sum eftir aðalfundin seinasta ár við Magnusi Magnussen sum formanni og Petur Frank Joensen sum næstformanni.

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi