Tíðindi: KT- og Samskifti Ι 15. apríl 2019
Lena L. Mohr heldur fram sum forkvinna í Samskifti
Felagið Samskifti hevði aðalfund í síðstu viku.

 

Fríggjadagin 12. apríl var aðalfundur í Samskifti. Øll nevndin stóð fyri vali. Men einans Lena L. Mohr, Niels Uni Dam og Michael Koba ynsktu at stilla upp aftur, meðan Jógvan Andersen ikki tók við afturvali. Eingin annar ynskti at stilla upp. Tískil varð avgjørt sambært viðtøkum felagsins at minka nevndina niður í tríggjar limur. Allan Dalsgarð og Anni Lamhauge halda fram til tiltakslimir.

 

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Lenu L. Mohr sum forkvinnu og Niels Una Dam sum næstformanni.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi