Tíðindi: Ráðgevaravinna Ι 15. apríl 2019
Aðalfundur í Ráðgevarafelagnum
Í farnu viku var aðalfundur í Ráðgevarafelagnum. Sum vanligt, var nevndarval á skránni og Klæmint Eliasen frá Spenn er nývaldur í nevndini.

 

Á árliga aðalfundinum hjá Ráðgevarafelagnum 8. apríl 2019 stóðu Svend Sivertsen frá FuglArk og Árni Jakobsen frá SMJ fyri vali. Árni Jakobsen var afturvaldur og nývaldur í nevndina var Klæmint Eliasen frá Spenn, sum kom í nevndina fyri Svend Sivertsen, sum ikki tók við afturvali.

 

Sum eykalimir til nevndina stóðu Jóhan Poulsen og Árni Winther fyri vali. Árni Winther stillaði ikki upp aftur. Jóhan Poulsen varð afturvaldur og Pætur Húsgarð gjørdist nývaldur eykalimur. 

 

Nevndin í Ráðgevarafelagnum er sostatt mannað við Selmar Nielsen, SNA, Eyðbjørn Brimnes, LBF, Árna Jakobsen frá SMJ, Rúna Abrahamsen frá MAP Arkitektar og Klæmint Eliasen frá Spenn. Nevndin skipar seg á fyrstkomandi nevndarfundi.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi