Tíðindi: Ráðgevaravinna Ι 20. mai 2019
Væleydnaði skeið í byggijura
Mánadagin og týsdagin í farnu viku skipaði Ráðgevarafelagið saman við Foreningen for Rådgivende Ingenører (FRI) og Danske Ark fyri tveimum skeiðum innan byggijura fyri limunum í felagnum.

 

Í sambandi við, at nýggjar avtalur eru gjørdar um avtalugrundarlagið í sambandi við bygging í Danmark, skipaði Ráðgevarafelagið saman við FRI og Danske Ark fyri tveimum skeiðum í ávikavist AB18 og ABR18. Danska avtalugrundarlagið ávirkar føroyska avtalugrundarlagið og tískil er neyðugt, at føroyskar ráðgevarafyritøkur kunna seg um nýggju reglurnar. Skeiðini eru eisini ein liður í, at føroyskir ráðgevarar kunnu gera sær tankar um hvussu nýggja avtalugrundarlagið kann brúkast í Føroyum.

 

20 fólk luttóku hvønn dagin.

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi