Tíðindi: Havbúnaður Ι 20. mai 2019
Noreg ger nýggja laksaavtalu við Kina
Noreg og Kina undirskriva í dag eina avtalu, sum skal geva betri møguleika at útflyta norskan alilaks til Kina. Talan er um endurnýggjan av avtalu, sum fyrstu ferð varð gjørd í 2017.

 

Í sambandi við, at avtalan verður undirskrivað, er høgtstandandi kinesisk sendinevnd á vitjan í Noregi, og hava fleiri fundir verið við norskar myndugleikar. Sendinevndin hevur eisini vitja alibrúk í Rogalandi saman við norska fiskimálaráðharranum.

 

Eftir at handilssamstarvið millum Kina og Noreg hevur verið avmarkað í nøkur ár, orsakað av politiskum viðurskiftum, tykist ferð nú at vera komin á samhandilin aftur. Higartil í ár er norski útflutningurin av laksi øktur 78% í mun til sama tíðarskeið í fjør.

 

Tað er eingin loyna, at norðmenn eisini síggja vitjanina úr Kina sum ein møguleika at seta fokus á eina komandi fríhandilsavtalu millum Noreg og Kina. Tað verður mett, at ein fríhandilsavtala millum Noreg og Kina kann økja útflutningin við 29 mia. NOK yvir 10 ár.

 

Kelda: dn.no

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi