Tíðindi: Sáttmálasamráðingar Ι 03. juni 2019
Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF hava undirskrivað nýggjan sáttmála fyri Elektron
Mánadagin 27. mai gjørdu Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF (Yrkisfelag teirra, ið starvast í tryggingar-, fíggjar-, KT o.l. fyritøkum) semju um nýggjan sáttmála galdandi fyri Elektron.

 

 

Sáttmálin er galdandi í tvey ár, fram til 31. mai 2021. Partarnir samdust um eina lønarhækking á 3,26% 1. árið og 2,56% 2. árið umframt aðrar smávegis broytingar í sáttmálanum. Hetta er sama lønarhækking, sum í hinum semjunum, ið eru gjørdar millum fakfeløg á privata arbeiðsmarknaðinum og Føroya Arbeiðsgevarafelag í hesi samráðingarrunduni, sum byrjaði 1. mai 2018.

 

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi