Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 11. juni 2019
Føroyski landabásurin á fiskavørumessuni í Brussel bjóðaður út
Føroya Arbeiðsgevarafelag bjóðar nú út sniðgeving og bygging av føroyska landabásinum á størstu fiskavørumessuni í heiminum, Seafood Expo Global. Seafood Expo Global veður hildin í 3 fylgjandi dagar í apríl-mai á hvørjum ári, og føroyskur landabásur hevur verið við á messuni frá byrjan

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur nú í nøkur ár samskipað føroyska landabásin. Á landabásinum luttaka føroyskir fiskavøruútflytarar, og er messan eitt høvi hjá teimum at hitta verandi og nýggjar kundar.

 

Útboðstilfarið til føroyska landabásin kann síggjast her.

 

Kunningarfundur verður fyri teimum fyritøkum, sum eru áhugaðar í útboðnum, nú fríggjadagin 14. juni kl. 13.00 í Vinnuhúsinum, Óðinshædd 7.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi