Tíðindi: Ferðavinna Ι 11. juni 2019
Henny á Líknargøtu formaður í Ferðavinnufelagnum
Nevndin skipað á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin

Á nevndarfundi hósdagin skipaði nevndin í Ferðavinnufelagnum seg við Henny á Líknargøtu frá Smyril Line sum formanni og Árna Olsen frá Atlantic Airways sum næstformanni.

 

Hini í nevndini eru Hans Jákup Kollslíð frá HK-Bussum, Sakaris Frederiksen frá Fonn Flog, Aleth Nielsen frá Hotel Føroyum og Tórstein Christiansen frá Greengate, sum er virkin tiltakslimur.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi