Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 24. juni 2019
Trípartasemja milllum arbeiðsgevarafeløg, fakfeløg og Føroya Landsstýrið
Seinastu tveir mánaðirnar ella so hava trípartasamráðingar verið millum umboð fyri arbeiðsgevarar, arbeiðstakarar og landsstýrið um, hvussu vit frameftir skulu skipa okkum á yrkisútbúgvingarøkinum fyri at tryggja eina javna lærlingatilgongd.

 

Í morgun kl. 10.00 var trípartasemja undirskrivað millum Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Handverksmeistarafelag, Føroya Landsstýrið, Føroya Handverkarafelag, Landsfelag Handverkaranna, S&K felagið og Starvsmannafelagið.

 

Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast serliga um, at semja er um týdningarmikil viðurskifti, sum feløgini meta eru stór framstig innan lærlingaøkið. Nevnast kunnu m.a. hesi:

  • at útbúgvingin innan merkantila økið verður endurskoðað og nútímansgjørd
  • at lærlingaskipanin framyvir hevur eitt spor, nevniliga meistaralæruna
  • at skúlaskeiðini verða býtt upp, so at upptøka av lærlingum verður tvær ferðir um árið í staðin fyri eina ferð um ári, sum nú er
  • at ein skipan við endamálinum at fáa lærlingatalið minni tengt at konjunkturinum eisini verður gjørd.

Allir partar eru eisini samdir um, at í komandi tíðum eigur hetta at verða leisturin arbeitt verður eftir, tá arbeiðsmarknaðarlóggáva skal gerast ella tillagast. Hetta er sera týdningarmikið og rokna Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag við, at hesin parturin av semjuni fer at leggja tryggar karmar um arbeiðsmarknaðin framyvir.

 

Felags tíðindaskriv er skrivað frá pørtunum, sum hava luttikið í trípartasamráðingunum.

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi