Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 19. august 2019
Sir Bob Geldof verður høvuðsfyrilestrahaldari á Vinnudegnum hesuferð
Ársins Vinnudagur er hin 20’indi í røðini

 

Vinnudagurin 2019 verður hildin fríggjadagin 27. september.

 

Fyrsti Vinnudagurin varð hildin hin 7. april 2000. Vinnudagurin 2019 er sostatt hin 20’indi í røðini, og vit fara tí at nýta høvi at hyggja eitt sindur aftur í ta tíðina, Vinnudagurin hevur verið ein fastur og afturvendandi partur í kalendarinum hjá føroyska vinnulívinum. 

 

Fyrilestrarnir í ár verða tríggir í tali, og harafturat fara vit at hoyra umboð fyri tríggjar fyritøkur, sum hava verið heiðraðar sum vinnarar á fyrr hildnum Vinnudøgum.

 

Høvuðsfyrilestrahaldarin í ár verður Sir Bob Geldof, heimskendur tónleikari, forsprákari og íverkseti. Nógv av okkum seta hann í samband við Live Aid og Band Aid koncertirnar, hansara kreativitet, orku og hansara sannføring um at gera heimin til eitt betri stað. Á Vinnudegnum fer hann undir heitinum “Making a Difference” m.a. at tosa um heimsmálini hjá ST, um tað, hann kallar “ethical accountability”, og um tørvin á samstarvi fyri at røkka úrslitinum.

 

Aðrir fyrilestrahaldarar verða Dr. Cleopatra Doumbia-Henry og Peter Lund Madsen.

 

Serligt hesuferð er ein framsýning av keipumyndum, sum Hannis Egholm fer at tekna. Framsýningin verður bæði afturlítandi og live á sjálvum degnum.

 

Og sjálvsagt fara eisini Ársins Virki og Vinnuátakið at verða kosin.

 

Tað er Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum skipar fyri Vinnudegnum, sum eins og undanfarnu 19 árini verður hildin í Norðurlandahúsinum. Veitslan verður hesaferð á Hotel Føroyum.

 

Les meira um Vinnudagin her

 

Melda teg til tíðindabræv okkara, so fært tú boð beinanvegin, vit kunna nærri um Vinnudagin 2019.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi