Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 26. august 2019
Væleydnaður vinnuligur valfundur í Løkshøll
Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um góðu undirtøkuna fyri valfundinum í Runavík.

Væl av fólki hevði leitað sær á valfundin týsdagin í farnu viku, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag skipaði fyri í Løkshøll í Runavík. Valevni fyri allar politisku flokkarnar luttóku á valfundinum, og áhoyrararnir fingu høvi at seta spurningar. Óluva Zachariassen og Kári Mikkelsen vóru orðstýrarar.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevði sett tveir høvuðsspurningar á skrá:

 

1.   Hvussu fáa vit útvegað nóg mikið av skikkaðari arbeiðsmegi til at loysa tær samfelagsuppgávur, sum føroyska samfelagið hevur tørv á?

2.   Hvussu skipa vit sum heild umstøðurnar hjá føroysku vinnuni, so vit fáa framhaldandi vøkstur og góð størv?

 

At kjakast um fyrra evni vóru komin:

Liss Hansen fyri Føroyaflokkin, Sjúrður Skaale fyri Javnaðarflokkin, Magnus Rasmussen fyri Sambandsflokkin, Ruth Vang fyri Framsókn, Bill Justinussen fyri Miðflokkin, Bárður Kass Nielsen fyri Sjálvstýri, Tórbjørn Jacobsen fyri Tjóðveldi og Bjartur Nolsø fyri Fólkaflokkin.

 

At kjakast um seinna spurningin vóru komin:

Hjalmar Zachariassen fyri Føroyaflokkin, Aksel V. Johannesen fyri Javnaðarflokkin, Bárður Nielsen fyri Sambandsflokkin, Poul Michelsen fyri Framsókn, Bill Justinussen fyri Miðflokkin, Jógvan Skorheim fyri Sjálvstýri, Høgni Hoydal fyri Tjóðveldi og Jørgen Niclasen fyri Fólkaflokkin

 

R7 sendi beinleiðis frá valfundinum. Lurtið eftir orðaskiftinum á R7.

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi