Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 26. august 2019
Nú er skjótt løgtingsval
Ein lítil vika er eftir, til løgtingsval verður. Føroya Arbeiðsgevarafelag ynskir øllum valevnum ein góðan valdyst og hevur eina vón um, at valevnini komandi dagarnar eisini hava vinnuna í huga.

Føroya Arbeiðsgevarafelag og hini feløgini í Vinnuhúsinum hava orðað 15 valynski til komandi samgongu: Hesi eru almannakunngjørd, síðan valið varð útskrivað á ólavsøku. Øll valynskini liggja á heimasíðuni á valsíðuni hjá Vinnuhúsinum saman við viðkomandi greinum og orðaskifti um valynskini. Eisini liggur tilfar á facebook síðuni Valið 2019 – Vinnuhúsið.

 

Uttan mund til hvør vinnur valið og kemur at stýra landinum komandi árini, so vónar Føroya Arbeiðsgevarafelag, at hesi fara at leggja seg eftir at skapa fortreytir fyri einum virðisskapandi og kappingarførum føroyskum vinnulívi.

 

Føroyski búskapurin er soleiðis samansettur, at vit útflyta meginpartin av tí, vit framleiða, og fyri útflutningsinntøkurnar keypa vit meginpartin av teimum vørum, vit nýta í gerandisdegnum.

 

Føroysku útflutningsvinnurnar eru í kapping við útlendskar vinnur, sum ofta virka undir heilt øðrvísi fortreytum, ið vit onga ávirkan hava á. Tað er tí alt umráðandi at tryggja føroysku útflutningsvinnunum góða marknaðaratgongd og møguleikar at framleiða sínar vørur og tænastur, soleiðis at vit standa okkum í kappingini á útflutningsmarknaðunum.

 

Hinvegin er tað somuleiðis umráðandi at tryggja teimum vinnum, sum bert virka á heimliga marknaðinum, kappingarførar umstøður at virka innanfyri, til frama fyri føroyska brúkaran og samfelagið alt.

 

Tað er átrokandi, at vinnupolitikkurin verður dagførdur, soleiðis at greiðu linjurnar, sum eiga at vera ímillum alment og privat vinnuligt virksemi, verða staðfestar. Vit eru í alt ov stóran mun farin at síggja, at vinnuligar og almennar uppgávur verða blandaðar saman, og henda gongdin kann ikki halda fram, tí vit hava áður brent okkum so dyggiliga av manglandi skilnaði millum tað almenna og privata vinnuliga virksemið.

 

Harumframt eru støðug politisk viðurskifti og ein vælvirkandi almenn umsiting millum týdningarmestu fortreytirnar fyri íløguhugin, vinnuligari menning og framgongd í landinum. Óvissir politiskir karmar eiga ikki at vera partur av váðamyndini hjá vinnuni um okkara leiðir.

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi