Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι 02. september 2019
Kunningartiltak fyri arbeiðsgevarum við útlendskari arbeiðsmegi
Stórur áhugi millum forhondsgóðkendar limafyritøkur.

 

Í kjalarvørrinum á nógvu fjølmiðlaumtaluni um útlendska arbeiðsmegi í Føroyum skipaði Føroya Arbeiðsgevarafelag hósdagin í farnu viku fyri kunningartiltakið fyri teimum limafyritøkum, sum eru forhondsgóðkendar at seta í starv útlendska arbeiðsmegi.

 

Kunnað varð um viðurskifti í sambandi við løn, eftirløn, sáttmálaøki og limaskap í fakfelag.

Undirtøkan var góð, og fitt av fólki var møtt til tiltakið, og tað tekur Føroya Arbeiðsgevarafelag sum eitt greitt tekin um, at vilji er til at hava øll viðurskifti í rættlag. Hetta var eisini tað sum sat eftir aftaná fundin – at føroyskir arbeiðsgevarar við útlendingum í starvi fylgja kollektivu sáttmálunum og øðrum reglum, sum eru galdandi á økinum.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi