Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 23. september 2019
Fleiri føroyskar fiskavørur kunnu útflytast til Kina
Kinesiski tollmyndugleikin GACC hevur nú kunngjørt ein lista við fiskasløgum, sum kunnu útflytast til Kina. Hesin listin er sum heild væl meira umfatandi enn tann listin, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan higartil hevur arbeitt eftir.

 

Nýggi listin sæst á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni her. Gev gætur, at tað kann vera munur á, um fiskurin er frystur ella feskur.

 

Nýggi listin er gjørdur í sambandi við umskipanir av teimum myndugleikum, sum fáast við innflutning til Kina.

 

 

 

Kelda: Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

 

 

 

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi