Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 23. september 2019
Danir troyttir av vandamiklum leikum og heilsuskaðiligum smyrsli úr Kina
Seinastu árini hevur stórur vøkstur verið í nethandlinum og innflutninginum frá kinverskum nethandlum, har bíligar vørur úr Kina eru floymdar inn á danska marknaðin, men nú er gongdin brádliga vend, skrivaði danska tíðindablaðið Berlingske tann 16. september 2019.

 

PostNord væntar, at mongdin av pakkum úr Kina fer at minka 11% í ár, samstundis sum talið av dønum, ið keypa frá kinverskum nethandlum, er minkað við 26%. Tað stendur í spildurnýggju e-handilsfrágreiðingini frá DIBS, ið hoyrir undir gjaldsfyritøkuna NETS.

 

DIBS veit tó ikki, hví danir nú venda kinverskum nethandlum bakið, men DIBS, PostNord, Felagsskapurin Fyri Danskar Nethandlar (FDIH) og onnur úr donsku vinnuni gita, at ein orsøk kann vera vánaliga umrøðan av kinversku nethandlunum seinastu tvey árini, sum serliga hevur snúð seg um ivasomu góðskuna á kinversku vørunum, arbeiðsviðurksiftini í Kina, umframt ymsar kappingaravlagandi fortreytir, ið kinverskir nethandlar gera sær dælt av.

 

Vørur framleiddar í Kina eru ikki fevndar av somu krøvum, sum verða settar til vørur, framleiddar í Danmark ella í ES londum annars. Tað er tí eingin trygd fyri, at ein sutta ella ein krukka av smyrsli úr Kina, ikki kann vera gjørd úr vandamiklum evnum, ella av børnum, undir vánaligum arbeiðsumstøðum. 

 

Danska brúkararáðið Tænk hevur gjørt fleiri stakroyndir av vørum frá Wish, ið er best umtókti kinverski nethandilin í Danmark. Í desember 2017 staðfesti brúkararáðið feilir í 10 av 25 vørum til børn, m.a. leysar deilir, ið ikki vóru festir nóg væl.

 

Stakroyndirnar avdúkaðu eisini vandamiklan el-útbúnað, sum ikki luku donsku trygdarkrøvini, umframt heilsuskaðilig evni í kosmetikkvørum. Tænk frámælir beinleiðis brúkarum at keypa kosmetikkvørur frá kinverskum nethandlum.

 

Í Føroyum verður mett, at tað koma umleið 8.000 smápakkar, undir 300,- kr., umvegis nethandlar, til Føroyar um vikuna. Nógv teir flestu pakkarnir koma úr Kina, og støðan í Føroyum viðvíkjandi vandamiklum leikum, elútbúnaði og heilsuskaðiligum kosmetikki er tí neyvan øðrvísi enn í Danmark.  

 

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi