Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 23. september 2019
Framsýning, tankar og hugspor um Ársins Virki og Ársins Átak á Vinnudegnum
Fyrrverandi vinnarar av Ársins Virki og Ársins Átaki hava orðið.

Vinnudagurin 2019 er hin tjúgundi í røðini. Tí hyggja vit aftur á Ársins Virki og Ársins Átak gjøgnum árini.

 

Undir hesum partinum av ársins Vinnudegi fara tríggir vinnarar av ávikavist Ársins Virki og Ársins Átaki at eiga pallin. Hesir fara at geva okkum teirra tankar um tað at vinna heiðurin á Vinnudegnum. Hvønn týdning hevði tað tá? Hvat lá aftanfyri arbeiðið, sum førdi til heiðurin? Er tað framhaldandi týdningarmikið at Føroya Arbeiðsgevarafelag velur at heiðra virkjum og átøkum einaferð um árið?

 

Vit fara at hoyra Eivind av Reyni umboðandi Ársins Virki 2004, Reyni Service, Mortan í Hamrabyrgi, umboðandi Ársins Átak 2009, Tórshavnar Matfestival, og Mouritz Mohr, umboðandi Ársins Virki 2001, Tórshavnar Skipasmiðju, og Ársins Átak 2014, MEST&PAM Offshore Service.

                                                                       

Afturat hesum framløgunum hevur Hannis Egholm gjørt keipumyndir av undanfarnum vinnarum av Ársins Virki og Ársins Átaki, og verða hesar sýndar fram í Klingruni, meðan Vinnudagurin er. So hvørt Ársins Virki 2019 og Vinnuátakið 2019 verða vald, koma hesi eisini upp at hanga.

 

Samstundis fer Hannis Egholm at tekna keipumyndir “live” av luttakarunum. Keipumyndirnar verða hongdar upp so hvørt til luttakararnar at njóta. Hetta er fyrstu ferð í Føroyum, at slík framsýning av “live” keiputekningum verður gjørd. 

 

Niðanfyri sæst listi yvir Ársins Virki og Ársins Átak síðani 2001.

 

 

  Ársins Virki Ársins Átak
2000     Havsbrún ikki valt
2001 Tórshavnar Skipasmiðja North Atlantic Fish Fair
2002 Vónin Teitur Lassen
2003 Vaðhorn Formula.fo, Total View
2004 Reyni Service Atlantic Airways, sáttmálin Aker Stord
2005 Faroe Marine Products Fariga Seafood
2006 Thor Vinnuvitan
2007 Eik Banki ikki valt
2008 ArtiCon Decision3
2009 Bakkafrost Tórshavnar Matfestivalur
2010 Tavan Vilt í Suðuroy
2011 Vónin Jákup Zachariassen
2012 Luna Varðin Pelagic
2013 Vest Pack KOKS
2014 Skansi Offshore MEST & PAM OFFSHORE SERVICE
2015 Bakkafrost Defined Energy
2016 KJ Hydraulik Sheep View
2017 Smyril Line hiking.fo
2018 Articon FabLab

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi