Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 25. september 2019
Seinasta freist at melda til Vinnudagin er í dag
Nøkur heilt fá pláss eru eftir til dagin í Norðurlandahúsinum og til veitsluna aftaná.

 

Stórur áhugi er aftur í ár fyri at luttaka á hátíðardegnum hjá føroyskari vinnu, sum verður fríggjadagin.

 

Sostatt verða knapt 400 føroysk vinnulívsfólk og onnur við tilknýti til føroyska vinnu í Norðurlandahúsinum á 20. Vinnudegnum komandi fríggjadag.

 

Skráin fyri Vinnudagin 2019 er fjølbroytt við fleiri áhugaverdum fyrilestrum og sjálvandi avdúkingini av Ársins Virki og Vinnuátakinum.

 

Skunda tær at melda til Vinnudagin her.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi