Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 07. oktober 2019
Nýggjur ráðgevið settur í Vinnuhúsinum
Jórun Gardar er sett sum nýggjur ráðgevið í Vinnuhusinum. Jórun kemur at taka sær av arbeiðsmarknaðarøkinum og sáttmálasamráðingum umframt av Reiðarafelagnum fyri Handilsskip.

Esther Dahl, sum seinastu 14 árini hevur røkt starvið sum ráðgevi innan arbeiðsmarknaðar- og sáttmálaøkið og sum ráðgevi hjá reiðarafelagnum fyri Handilsskip, hevur valt at fara í annað starv. Føroya Arbeiðsgevarafelag takkar Esther fyri drúgvu arbeiðstíðina í Vinnuhúsinum.

 

Í hennara stað er Jórun Gardar sett í starv  frá 1. Oktober, við ábyrgd av sama øki.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi