Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι 14. oktober 2019
Førleikamenning fyri Handverkarar
Handverksmeistarar og handverkarar kunnu luttaka stórt sæð ókeypis á eftirútbúgvingarskeiðum bæði í Føroyum og uttanlands.

 

Tað er Eftirútbúgvingargrunnurin Vitan, sum endurrindar skeiðskostnaðin hjá handverkarunum. Tað er javnan, at skeið verða boðin út, sum eru viðkomandi fyri førleikamenningina hjá handverkarum. Hesi kunnu bæði vera teknisk skeið, men eisini fyrisitingarlig og líknandi.

 

Fleiri eru veitararnir av viðkomandi skeiðum, umframt at Vitan eisini skipar fyri ymiskum skeiðum. Vitan er ætlaður at skipa fyri eftirútbúgvingarskeiðum, sum eru viðkomandi fyri handverksvinnuna og at veita fíggjarligan og tekniskan stuðul til luttøku hjá handverkarum og handverksmeistarum á eftirútbúgvingarskeiðum, sum eru viðkomandi fyri handverksvinnuna.

 

Tað er Føroya Handverksmeistarafelag, sum, saman við Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna, eigur Eftirútbúgvingargrunnin Vitan. Les meira her

 

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi