Tíðindi: Havbúnaður Ι 14. oktober 2019
Laksaprísurin á lægsta støði síðan 2015
Altjóða laksaprísurin fyri september mánaða var á sínum lægsta støði síðani oktober 2015.

 

Miðalprísurin á Fish Pool fyri september var 44,20 NOK/kg (uml. 33 DKK/kg). Miðalprísurin fyri fyrstu vikuna í oktober var eisini lágur, 42,76 NOK/kg.

 

Sambært uppgerðini av forward prísum á Fish Pool verður tó roknað við, at altjóða marknaðarprísurin hækkar aftur, tað sum eftir er av árinum.

 

Kelda: fishpool.no

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi