Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 14. oktober 2019
Innkomið til hoyringar
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur síðan 2011, lagt øll lógaruppskot og kunngerðir, sum verða send til hoyringar til feløgini í Vinnuhúsinum, út á heimasíðuna.

 

Síðan 2011 hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag og feløgini í Vinnuhúsinum lagt øll lógaruppskot og uppskot til kunngerðir, sum verða send til hoyringar frá almennum myndugleikum út á heimasíðuna.

 

Endamálið við at leggja hetta út á heimasíðuna er at geva teimum, sum hava áhuga í vitan um uppskot um broytingar í lóggávu, sum eru ávegis, høvi at geva teirra ískoytið til viðmerkingar, umframt at kunna fyrireika seg uppá eventuellar broytingar í lóggávuni.

 

Uppskot um lógar- og kunngerðarbroytingar, sum eru til hoyringar liggja á hesi leinkju:

 

Innkomið til hoyringar

 

Somuleiðis verða øll hoyringssvarini frá feløgunum í Vinnuhúsinum løgd út á heimasíðuna, so hvørt sum tey vera svaraði, sí leinkju: 

 

Hoyringssvar

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi