Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 21. oktober 2019
Vinnuhúsið luttikið í seminari um Føroyar og ES
Í sambandi við, at felagsnevndin fyri handilssáttmálan millum Føroyar og ES hevði fund í Føroyum, nýtti Uttanríkis- og Mentamálaráðið og Fróðskaparsetur Føroya høvið at skipa fyri kunningartiltaki. Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, greiddi frá um tørvin á at menna handilssáttmálan.

 

Marita Rasmussen greiddi m.a. frá um gongdina í samhandlinum millum Føroyar og ES, har ein alsamt minni partur av føroyska útflutninginum fer til ES-lond. Hon vísti eisini á, at handilssáttmálin ikki er symmetriskur, tí ES kann útflyta so at siga alt til Føroya, meðan Føroyar bert kann útflyta tað sum positivt er nevnt í handilssáttmálanum. Hóast handilssáttmálin var eitt framstig, tá hann kom í gildi, er tíðin komin at betra um fortreytirnar fyri samhandlinum. M.a. virkar sáttmálin forðandi fyri, at føroyskar fyritøkur kunnu meirvirka ávísar fiskavørur, tí tá er skjótt, at tollur er á innflutningi til ES, sum ger tað sera torført ella ómøguligt at kappast.

 

Hon vísti eisini á, hvussu trupult tað hevur verið at gera broytingar í sáttmálanum, og at fyritøkur, sum ætla sær at útflyta ávísar vørur á ES-marknaðin ofta kunnu bíða í ár eftir, at broytingar verða gjørdar, um tær yvirhøvur verða gjørdar. Hon vísti tó samstundis á, at Noreg og Ísland hava líknandi forðingar sum Føroyar.

 

Umboð fyri ES greiddu annars frá um ymiskar møguleikar fyri samstarvi, eins og umboð úr øðrum smátjóðum greiddu frá teirra royndum.

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi