Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 28. oktober 2019
Tórshavnar kommuna nýggjan útboðsportal
24. oktober lat Tórshavnar kommuna upp nýggjan útboðsportal.

 

Portalurin er ein talgild skipan, sum skapar gjøgnumskygni og ger tað lætt hjá fyritøkum at kunna seg um útboð, tilboðsfyrispurningar og at lata inn tilboð.

 

Allar fyritøkur við føroyskum V-tali kunnu skráseta seg á https://utbod.torshavn.fo. Eisini almenningurin fær fylgt við í almennu útboðunum. 


Endamálið við útboðsportalinum er fáa so nógv tilboð inn sum gjørligt, soleiðis at kommunan tryggjar sær sum mest fyri pengarnar.


Útboðsportalurin veitir fyritøkum yvirlit yvir útboð og tilboðsfyrispurningar í kommununi.


Fleiri útboð og tilboðsfyrispurningar
Kommunan miðar eftir at økja um útboð og tilboðsfyrispurningar. 


Skilt verður vanliga millum almenn og avmarkað útboð. Almenn útboð kunnu fevna um til dømis keyp av akførum, vegarøkt, innbúgv, reingerð umframt aðrar vørur og tænastur.


Avmarkað útboð verður vanliga boðið út til undangóðkendar fyritøkur, ið verða mettar førar fyri at bjóða upp á og lyfta uppgávuna. 


Kommunan hevur royndir við útboðum og tilboðsfyrispurningum á fleiri økjum, millum annað sápu- og reingerðartilfar, orkuveiting, skrivstovulutir, KT og telefoni.
Innkeyps- og útboðspolitikkurin 


Útboðspolitikkurin tilskilar, at tá ið keypsupphæddin er úr 50 túsund til 800 túsund krónur, er krav, at biðið verður um tilboð frá minst tveimum ella fleiri skikkaðum fyritøkum. 


Er keypsupphæddin oman fyri 800 túsund krónur, er meginreglan, at keypið annaðhvørt verður boðið út avmarkað ella alment.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi