Tíðindi: Ferðavinna Ι 28. oktober 2019
Snarskeið um vín
Mánadagin 4. november kl. 11.00 – 13.00 skipar Ferðavinnufelagið fyri snarskeiði um vín. Tað verður Jóhan Gardar, vínfrøðingur, sum heldur skeiðið á Hotel Føroyum.

Hvussu verður vín gjørt? Hví smakka øll vín ikki líka? Hvørji vín eru góð at arbeiða við?

Hetta og ymiskt annað fara vit at tosa um mánadagin 4. november kl.  11.00 – 13.00. Skeiðið er bert fyri limir í Ferðavinnufelagnum, og luttøkugjaldið er kr. 200,-.

 

Jóhan Gardar er útbúgvin tænari á Hotel Føroyum. Eftir loknan lesnað flutti hann til Keypmannahavnar, har hann hevur arbeitt á fleiri vælumtóktum støðum, eitt nú Geranium, Den Røde Cottage, Alberto K, og í løtuni starvast hann sum leiðandi vínfrøðingur á Kanalen.

 

Í 2015 gjørdist Jóhan partur av tí Danska felagnum fyri Vínfrøðingar, Dansk Sommelier Forening, og sama ár kundi hann eisini kalla seg, Certified Sommelier hjá Court of Master Sommeliers. 

  

Hvar: Hotel Føroyar
Dagur: mánadagin 4. november
Klokkan: 11.00 – 13.00

Kostnaður:  kr. 200,-

  

Skeiðið er bert fyri limir í Ferðavinnufelagnum.


Tilmelding fer fram á industry@industry.fo. Seinasta freist at melda seg til er fríggjadagin 1. november kl. 12.00.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi