Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 04. november 2019
Stórur áhugi fyri uppskotinum til nýggja dátuverndarlóg
Hósdagin í farnu viku varð skipað fyri kunningartiltaki í Vinnuhúsinum um uppskotið til nýggja dátuverndarlóg (GDPR). Tað var Katrin Thorsvig Hansen frá Løgmansskrivstovuni, sum legði fram.

 

Katrin legði dent á, at nýggja uppskotið er ein menning av verandi lóg heldur enn ein kollvelting. Tó eru broytingar í sambandi við lógina, sum hava við sær, at tað kann vera viðkomandi fyri fyritøkur at seta seg betri inn í hana. Eitt nú verða bøturnar fyri brot á lógina hækkaðar munandi, og fyri nakrar fáar fyritøkur merkir nýggja lógin, at tær skulu tilnevna ein dátuábyrgdara.

 

Enn er talan um eitt lógaruppskot, sum er í hoyring, og tí ber til at viðmerkja og koma við uppskotum til broytingar í lógaruppskotinum. Seinasta freist at senda inn hoyringssvar er fríggjadagin 8. november. Tað ber til at síggja uppskotið til nýggja dátuverndarlóg her. 

 

Katrin Thorsvig Hansen kunnaði eisini um, at tá lógin er løgd fyri Løgtingið og samtykt, verður farið undir at gera skrivligar vegleiðingar, fyri at fyritøkur og stovnar lættari kunnu liva upp til krøvini í lógini. Nýggja lógin kemur ætlandi í gildi 1. januar 2021.

 

Eini 50-60 fólk luttóku á kunningartiltakinum, antin í Vinnuhúsinum ella umvegis Youtube, har tiltakið varð stroymað, og luttakararnir høvdu fleiri spurningar til lógaruppskotið og verandi lóg.

 

Limir í einum av feløgunum í Vinnuhúsinum kunnu fáa atgongd til framløguna og upptøkuna av tiltakinum við at venda sær til Vinnuhúsið, industry@industry.fo.

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi