Tíðindi: Handilsvinna Ι 11. november 2019
Have a nice day
Í føroysku byggi- og handverkaravinnuni er tað ikki longur óvanligt, at stórur partur av dagliga samskiftinum fer fram á enskum.

 

Í norðurlendsku grannalondum okkara er tað heldur ikki óvanligt, at samskifta á enskum við avgreiðslufólkini við handilsdiskarnar, og nú er hetta eisini við at gerast veruleiki her hjá okkum.

 

Stóri mangulin á arbeiðsmegi hevur við sær, at føroyskir handlar eru farnir at seta útlendska arbeiðsmegi við handilsdiskarnar.

 

Enn eru tað ikki nógvir handlar, ið hava brúkt henda møguleika, men tað fer allarhelst at gerast meira vanligt at samskifa á enskum við fólkini handan føroysku handilsdiskarnar í nærmastu framtíð.

 

Vit skulu tí venja okkum við at hoyra “Have a nice day” ístaðin fyri “Hav ein góðan dag” frá fólkunum handan føroysku handilsdiskarnar í framtíðini.

 

 

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi