Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι 11. november 2019
Handverkarar greiða frá í Vágum og Tórshavn
Í síðstu viku var tiltakið ”Greið frá tínum yrki” í Vágum og í Tórshavn

 

Hvussu er tað at vera handverkari? Hesin spurningurin var í miðdeplinum tá ávíkavist Vága- og Havnar Handverksmeistarafelag skipaðu fyri ”Greið frá tínum yrki”. Í Tórshavn varð tiltakið hildið í Reinsarínum, Miðlahúsinum og øðrum hølum harumkring, meðan tiltakið í Vágum var á skúlanum á Giljanesi.

 

”Greið frá tínum yrki” er fyri 8. flokk og fer fram á tann hátt, at næmingarnir verða býttir í bólkar saman við næmingum frá øðrum skúlum. Bólkarnir fara síðani í hvør sítt høli, har tvey yrkislærd taka ímóti teimum. Her hoyra næmingarnir um hvussu tað er at starvast sum handverkari. Sìðani rotera næmingarnir einaferð og hoyra um tvær aðrar handaligar útbúgvingar. Eftir hetta er tiltakið liðugt. Hugskotið er, at onnur í flokkinum hava hoyrt aðrar søgur um handaligar útbúgvingar, sum tey síðani kunnu deilast um.

 

Tiltakið í Vágum varð fyriskipað av Vága Handverksmeistarafelag. Eisini luttóku ferðavinnufelagið og KT-felagið. Í Tórshavn var tað Havnar Handverksmeistarafelag, sum skipaði fyri, saman við KT-felagnum, Handilsvinnufelagnum, Ferðavinnufelagnum og Heilsurøktarafelagnum í samstarvið við Tórshavnar Kommunu og Miðlahúsið.

 

Til samans 22 handverkarar og yrkislærd greiddu frá fyri øllum 8. flokksnæmingunum úr Vágum og Tórshavn.

 

Tey, sum greiddu frá í Havn vóru:

Kjartan Højgaard

Elektrikari

LM Electric

Kristian Eysturoy

KT-supportari

Elektron

Jógvan Hans Vang Jacobsen

Bilsmiður

Reyni Service

Laila av Reyni

Sniðgevi

Glasir

Katrin Holm Poulsen

Handil

Gellan

Teodor Thomassen

Rørsmiður

Demich

Sjúrður Jacobæus

Gartnari

Hjálpirót

Bárður Róin Johannessen

Timbur

Articon

Ransin Djurhuus

Málari

Ransin N. Djurhuus

Rósa Maria Restorff

Tænari

Hotel Hafnia

Mariann Jacobsen

Timbur

Húsavarðatænastan

Julius Hammer

Byggismiður

J & K Petersen

Súsanna Andreasen

Receptionist

Hotel Hafnia

Jákup Andreas Joensen

Maskinsmiður

Mest

Snæbjørn Frýdal

Maskinsmiður

Mest

Jóhanna Henriksen

Heilsurøktari

Tórshavnar kommuna

 

Í Vágum:

Ruby Sandra Falkvard

Frisør

Salong Ruby

Christian Holm Mølgaard

Timburmaður

CJ Byg

Fróði Hansen

Snikkari

Grant

Napolion Magnussen

Maskinsmiður

Klima

Thorfinn Nielsen

Elektrikari

Thorfinn Nielsen

Absalon Lydersen Jacobsen

Tænari

Hotel Hafnia

Ólavur í Lágabø

KT-supportari

Formula

Jens Kristian Haraldsen

Elektrikari

Klima

 

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi