Tíðindi: Ferðavinna Ι 18. november 2019
Myndir: Ferðavinnan vitjar vesturi í Vágum
Fríggjadagin 15. november var Ferðavinnufelagið á økisvitjan vesturi í Vágum.

 

Farið var við Giljanes Bussum úr Vinnuhúsinum kl. 13, og síðani var vitjað á Fiskastykkinum, Krígssavninum, smáttunum í Bø, Pakkhúsinum og á Hotel Vágum. Tá ið ferðalagið kom aftur til Havnar gekk leiðin í Suppugarðin í Havn, har borðreitt var við heitari Ramensuppu. Skráin var løgd til rættis í tøttum samstarvi við Visit Vágar, og Sølvi Símunarson, stjóri á Visit Vágum, greiddi í bussinum frá ferðavinnuni í oynni og øðrum tilboðum, sum ikki vóru á vitjanarskránni hjá ferðalagnum.

 

Fyrstu ferð Ferðavinnufelagið skipaði fyri eini økisvitjan var í september í fjør. Tá var vitjað á Sandoynni, og skráin løgd til rættis í samstarvi við Visit Sandoy. Felagið er farið undir hetta átak fyri at kasta ljós á ferðavinnutilboðini kring landið og at skapa karmar fyri, at økini fáa marknaðarført síni øki fyri limum í felagnum. Endamálið er, at limafyritøkurnar fáa meira vitan um økið og at hetta kann eggja tær til at brúka økið meira í framtíðini.  

 

Ferðavinnufelagið vónar, at felagið á henda hátt kann verða við til at økja um kunnleikan um ferðavinnutilboðini kring landið.

 

Myndir frá økisvitjanini í Vágum:

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi