Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 18. november 2019
Betri lønarhagtøl fyri føroyska arbeiðsmarknaðin
Mikudagin skipaði Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri kunningartiltaki um verkætlanina at fáa til vega betri lønarhagtøl í Føroyum. Hagstova Føroya fer í næstum undir at savnað inn lønarhagtøl, og eftir ætlan verða hagtølini almenn seint komandi ár.

 

Í 20 ár hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag víst á tørvin at hava greiðari hagtøl fyri lønarviðurskiftini á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Orsøkirnar eru fleiri, eitt nú hvat eru veruliga lønarlagið í Føroyum? hvussu nógvir tímar arbeiða føroyskir løntakarar? hvussu nógv kostar ein arbeiðstími?

 

Um stutta tíð fer Hagstova Føroya í hesum sambandi at senda arbeiðsgevarum, sum hava eina lønarskipan, boð um at lata inn neyðugu upplýsingarnar. Hetta er neyðugt fyri at fáa fullfíggjað hagtøl. Nærri kunning kemur frá Hagstovu Føroya seinni.

 

Bogi Jacobsen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, segði soleiðis um verkætlanina: ”Betri lønarhagtøl eru eisini umráðandi fyri at síggja menningina í samfelagnum, og lýsa gongdina í vinnuni og hvørjari vinnugrein sær.

 

Hetta verður eisini eitt týðandi amboð hjá okkum í Arbeiðsgevarafelagnum og fakfeløgum í sáttmálasamráðingum. Stórur partur av samráðingunum snýr seg um løn, og almenn hagtøl er nakað, sum partarnir hava eftirlýst í longri tíð.”

 

Her er framløgan um lønarhagtøl, sum Kári Holm Johannesen, deildarleiðari á Hagstovu Føroya, hevði á kunningartiltakinum.

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi