Tíðindi: KT- og Samskifti Ι 25. november 2019
#Rita1tíma verður í næstu viku
Aftur í ár bjóðar KT-felagið øllum næmingum at forrita í ein tíma.

 

#Rita1tíma er altjóða átakið Hour of Code, sum KT-felagið hevur tikið til sín, umsett til føroyskt mál og bjóðað út til fólkaskúlan. Tiltakið snýr seg í stuttum um, at allir næmingar skulu sleppa at royna at forrita. Hetta verður gjørt á stuttligan og læruríkan hátt í ein tíma.

 

Forritað verður millum 9. - 13. desember 2019. Man luttekur við at fara inn á www.rita.fo, velja eitt uppgávusett og forrita. Tilfarið er serliga ætlað fólkaskúlanæmingum.

 

Kapping

Í sambandi við #Rita1tíma tiltakið, skipar KT-felagið fyri kapping millum allar skúlaflokkar, sum luttaka.

 

Tað einasta, sum flokkurin skal gera fyri at luttaka er at skráseta seg her

 

Vinningurin er ein túrur í biograf fyri allan flokkin. – Seinasta freist at forrita er fríggjadagin 13. desember.

 

KT-felagið trekkir lut millum allar flokkar, sum forrita.

 

 

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi