Tíðindi: Ferðavinna Ι 25. november 2019
Skrivstovan hjá NATA flytur
Frá 1. desember 2019 fer skrivstovan hjá NATA, sum seinastu árini hevur verið í Vinnuhúsinum, at verða í Vinnuframa í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju.

 

NATA (North Atlantic Tourism Association) stendur fyri ferðavinnusamstarvinum millum Ísland, Føroyar og Grønland. NATA skipar m.a. fyri ferðavinnumessuni VESTNORDEN og stuðlar undir samvinnu annars millum londini innan ferðavinnuøkið.

 

NATA varð stovnað í 2006 við tí endamáli at savna ferðavinnusamstarvið í útnorði í ein felagsskap. Frammanundan lá samstarvið í VNTB (Vestnorden Tourist Board) og tvílanda samstørvunum SAMIK og FITUR millum ávikavist Ísland og Grønland og Ísland og Føroyar.

 

NATA hevur havt skrivstovu í Vinnuhúsinum síðani 2011.

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi