Tíðindi: Sáttmálasamráðingar Ι 28. november 2019
Súlan og FAG vóru samd um føroyskan gerðarrætt
Súlan hevur ikki minni enn tvær ferðir skrivliga váttað, at føroyskur gerðarrættur ikki var ein stríðsspurningur í samráðingunum um nýggjan sáttmála fyri flogternurnar. Hóast tað kastaði Semingsstovnurin frá sær júst orsakað av hesum spurningi.

Bæði áðrenn samráðingarnar um nýggjan sáttmála fyri flogternurnar fóru í gongd og í einum skrivi 13. november, váttaði Súlan, at møguligar sáttmálaósemjur millum Súluna og Føroya Arbeiðsgevarafelag skuldu viðgerast í Fasta Gerðarættinum eftir føroyskum arbeiðsrættarligum reglum og ikki í danska arbeiðsrættinum.

 

Tað kom tí óvart á, at samráðingarnar um nýggjan sáttmála slitnaðu júst orsakað av hesum sama spurningi, eftir at partarnir vóru vorðnir samdir um lønartreytir og arbeiðsviðurskifti í semingsuppskotinum frá Semingsstovninum týsdagin. Tá semingsuppskotið var klárt, stakk seg upp eitt krav um, at sáttmálaósemjur millum partarnar í framtíðini skulu loysast eftir donskum arbeiðsrættarligum reglum í danska arbeiðsrættinum, tá tað snýr seg um flogternur hjá Atlantic Airways, sum flúgva út frá einari støð í Danmark. Hesum kravi vil Føroya Arbeiðsgevarafelag ikki ganga á møti, tí arbeiðsgevarafelagið vil bara hava verndarting, sum tað nevnist, í Fasta Gerðarrættinum. Hetta er longu frammanundan galdandi fyri flogskipararnar.

 

Omanfyri nevndu viðurskifti snúgva seg um sáttmálabrot, og tað skal ikki blandast saman við brot á danska lóggávu. Ein útsøgn frá Thilde Waast, forkvinnu í FPU, í dag kann fatast sum, at FPU blandar sáttmálaviðurskifti og lógarbrot í Danmark saman. Tí skal vera gjørt púra greitt, at her talan um tvey ymisk øki – sáttmála og lóg.

 

Um Atlantic Airways t.d. skuldi framt lógarbrot ímóti einum starvsfólki, sum flýgur út frá danskari støð, t.d. brot á donsku frítíðarlógina, so hevði tað sjálvsagt verið eitt mál, sum varð viðgjørt í donsku rættarskipanini. Tað er ein løgfrøðilig meginregla, at lógarbrot vera viðgjørd í tí landi, har lógin hevur sín uppruna og er sett í gildi. Hetta eru lógarfest viðurskifti, sum hvørki Føroya Arbeiðsgevarafelag, Atlantic Airways, Súlan ella FPU kunnu seta seg ímóti.

 

 

 

 

 

 

 

Samband:

Bogi Jacobsen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag
Tlf.: 291630

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi