Tíðindi: KT- og Samskifti Ι 09. desember 2019
Fleiri enn 300 næmingar forrita hesa vikuna
Higartil hava fleiri enn 300 næmingar úr 9 ymiskum skúlum teknað seg til tiltakið #Rita1tíma.

 

Hetta er vikan, tá forritað verður. Tað er altjóða tiltakið Hour of Code, sum KT-felagið hevur tikið til sín og føroyskað til #Rita1tíma. Endamálið við tiltakinum er, at børn og ung fáa høvi at forrita í ein tíma á ein stuttligan og læruríkan hátt.

 

Tað, sum er serligt í ár, er at tað fyrigongur á føroyskum. Tað er blokkaspælið, sum KT-felagið hevur umsett. Blokkaspøl eru ein røð av námsfrøðiligum spølum, ið læra ein at forrita. Tey eru ætlað til børn, ið ikki hava nakrar royndir innan forritan.

 

Hvussu luttaka næmingarnir?

Tað ber framvegis til at melda til. Far inn á https://rita.fo/ og klikka á "blokkaspælið". Blokkaspælið er býtt upp í 8 ymisk evni. Í hvørjum evni eru fleiri uppgávur. Tað byrjar lætt og verður alt meira avbjóðandi. Eisini er ein yvirskipað vegleiðing til lærarar at finna á hourofcode.com/us/how-to.

 

Forritað verður millum 9.-13. desember 2019. Næmingarnir mugu hava atgongd til teldu ella teldil við internetsambandi.

 

Kapping

Í sambandi við #rita1tíma tiltakið skipar KT-felagið fyri kapping millum allar luttakandi skúlaflokkar. Tað einasta, sum flokkurin skal gera fyri at luttaka, er at skráseta seg á www.rita.fo

 

 

Vinningurin er ein túrur í biograf fyri allan flokkin. Seinasta freist at forrita er fríggjadagin 13. desember.

 

Lutakastið verður í Vinnuhúsinum mánadagin 16. desember.

 

 

 

 

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi