Tíðindi: Ferðavinna Ι 16. desember 2019
Komandi ferðaleiðarar fingið innlit í vinnulig viðurskifti
Mikudagin í farnu viku vóru 26 fólk, sum taka ferðaleiðaraskeið, í Vinnuhúsinum, har tey fingu høvi at seta seg inn í vinnulig viðurskifti.

 

Í ár verður ferðaleiðaraskeið fyriskipað á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna á øðrum sinni. Fyrstu ferðaleiðararnir í Vestmanna fingu prógv í 2018. Á skeiðnum eru 26 fólk, sum ynskja at bjóða ferðafólkum vælkomnum til Føroya.

 

Mikudagin í farnu viku vóru komandi ferðaleiðararnir í Vinnuhúsinum og fingu kunning um ymisk vinnuviðurskifti. M.a. var kunnað um hvørjar uppgávurnar hjá arbeiðsgevarafeløgunum og vinnugreinafeløgunum í Vinnuhúsinum eru og harumframt um, hvussu okkara arbeiðsmarknaður er skipaður, í hvørjum vinnugreinum fólk í Føroyum arbeiða, hvussu arbeiðsvirkin vit eru. Somuleiðis um tær ymisku vinnugreinarnar, hvussu tær arbeiða á hvørjum marknaðum o.l.

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi