Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι 16. desember 2019
Stórur áhugi í at fara í læru
Í farnu viku skipaði Handverksmeistarafelagið fyri kunnandi tiltakið fyri NámX, um hvussu man ber seg at fyri at sleppa í læru.

 

Seks ymiskir handverksmeistarar og formenn luttóku til tiltakið, har tey greiddu frá, hvat ein lærlingaútbúgving inniber. Tey fortaldu um, hvussu man ber seg at fyri at fáa eitt lærupláss og hvørjar eginleikar tað krevur. Eisini bleiv tosað um teir mongu møguleikarnar, man hevur sum handverkari.

 

Næmingarnir á NámX sluppu inn at lurta eftir tveimum ymiskum handverkarum. Eftir hetta vóru handverkararnir verandi á staðnum, so næmingarnir kundu spyrja um ymiskt, og sigast má at áhugin var stórur, har næmingarnir høvdu nógvar spurningar og vístu stóran áhuga.

 

Tey sum luttóku vóru:

 

Jákup Eli Poulsen

Timburmaður

Jep Smíð

Jón Samuelsen

Rørsmiður

Maria Poulsen

Pætur K. Jacobsen

Maskinsmiður

Mest

Torleif Johansen

Bilsmiður

Waag bilar

Marian Klein Ivansdóttir

Hárfríðkan

Royal

Lasse Lauritsen

Gartnari

Hjálpirót

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi