Tíðindi: KT- og Samskifti Ι 16. desember 2019
Og vinnarin er…
#Rita1tíma varð í síðstu viku. Í hesum sambandi skipaði KT-felagið fyri kapping millum allar luttakandi flokkarnar um ein túr í biograf fyri allan flokkin.

 

#Rita1tíma er føroyska heiti fyri altjóða tiltakið Hour of Code. Endamálið við tiltakinum er, at børn og ung fáa høvi at forrita í ein tíma á ein stuttligan og læruríkan hátt. Í ár høvdu heili 415 næmingar teknað til.

 

Hetta er fjórða árið, at KT-felagið skipar fyri tiltakinum, men tað, sum er serligt í ár, er at tað fyrigongur á føroyskum. Tað er blokkaspælið, sum KT-felagið hevur umsett. Blokkaspøl eru ein røð av námsfrøðiligum spølum, ið læra ein at forrita. Tey eru ætlað til børn, ið ikki hava nakrar royndir innan forritan.

 

Í sambandi við tiltakið skipaði KT-felagið fyri lutakasti millum allar luttakandi skúlaflokkar um ein túr í biograf fyri allan flokkin. Vinnarin gjørdist 6.b á Skúlatrøð.

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi