Tíðindi: Handilsvinna Ι 27. januar 2020
Fyrilestur um marknaðarførslu
Hósdagin 23. januar 2020, hevði Jákup Justinussen, serfrøðingur innan talgilda marknaðarførslu, fyrilestur í Handilsvinnufelagnum við heitinum:

“Hvussu marknaðarføra okkara handil á Facebook?”

 

Limir í Handilsvinnufelagnum kunnu fáa upptøkuna av fyrilestrinum við at venda sær til Vinnuhúsið, industry@industry.fo.

 

Hálvdagsskeiðið, við praktiskari undirvísing í marknaðarførslu á Facebook, verður á Hotel Tórshavn, hósdagin 13. februar, kl. 8.30 til 12.30.

 

Tað verður somuleiðis Jákup Jusitnussen, serfrøðingur innan talgilda marknaðarførslu, sum fer at halda skeiðið.

 

Tilmelding til skeiðið fer fram við at venda sær til Vinnuhúsið.

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi