Tíðindi: Havbúnaður Ι 27. januar 2020
Tilmeldingin til Aliráðstevnuna 2020 nú opin
Nú ber til at melda til Aliráðstevnuna 2020, sum verður hildin fríggjadagin 28. februar á Hotel Føroyum

 

Á árligu aliráðstevnuni hittast fólk í og kring alivinnuna at fáa nýggja vitan, fáa íblástur og at netverka.

Tað ber til at melda til Aliráðstevnuna á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum, www.industry.fo, ella við at trýsta her. Á tilmeldingarsíðuni ber eisini til at lesa meira um kostnað, treytir v.m.

 

Seinastu árini hevur Aliráðstevnan verið útseld áðrenn freistin at melda til er farin, so um man vil vera vísur í at fáa pláss, er best at melda til beinanvegin.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi