Tíðindi: Ráðgevaravinna Ι 03. februar 2020
Ráðgevarablaðið: Varðveita føroyskan ídnaðararv við Áir
Í nýggjasta Ráðgevarablaðnum, sum kom út beint fyri jól er grein um at varðveita hvalastøðina við Áir.

 

Nógv nýtt verður bygt í Føroyum í løtuni, men við Áir er ein endurreisingarætlan í gongd, sum hevur til endamáls at varðveita føroyskan og norskan ídnaðar- og mentanararv.

 

Fornminnisavnið fór í 2011 undir at endurreisa hvalastøðina við Áir. Kontrast við Mayfinni Norðoy sum ráðgeva hevur staðið fyri arbeiðinum, og hóast væl er komið á leið, er ikki komið á mál, stendur í nýggjastu útgávuni av tíðarritinum, Føroysk Ráðgeving, hjá Ráðgevarafelagnum.

 

Hvalastøðin við Áir er frá 1905 og var tann seinasta av sjey hvalastøðum, sum norðmenn bygdu í Føroyum um aldaskiftið 1900.

 

Eyðsýnt varð beinanvegin, tá farið varð undir endurreisingina, at upptakið fór at gerast stórt. Óruddiligt var millum húsini, og inni var ikki framkomandi fyri byggitilfari og køstum.

 

Fyrsta uppgávan var at steðga niðurbræðingini. At kalla øll hús og bygningar vóru í syndarligum standi. Samband varð fingið við handverkarar, sum dugdu kynstrið at umvæla gamlar bygningar, og teir fóru undir at lúsa og laska stórvið, klæða og tekja.

 

Gjørt varð av, at støðin skuldi fáa tann dám, hon hevði í 1958, tá full ferð var á at framleiða lýsi, mjøl, tøð og selja tvøst við Áir. Hetta var síðsta árið, at allar funktiónirnar við Áir vóru í brúki.

 

Ídnaðararvur er mentanararvur, um funktiónirnar, ið vóru, eru varðveittar. Hesar treytir lýkur hvalastøðin við Áir, sigur Erland Viðberg Joensen, verkætlanarleiðari á Tjóðsavninum. Umhvørvið er ektað, og útgerð og amboð eru til enn.

 

Í summar varð ein roynd gjørd at lata hvalastøðina upp ein dag um vikuna. Staðfest varð, at hóast húsini eru bjargað og standa uppi, er ikki komið á mál at fullfíggja støðina sum ferðamál og framsýning. Meira er eftir at at seta í stand.

 

- Okkara uppgáva er at skipa hvalastøðina við øllum hentleikum, sum eru neyðugir á einum savni. Tey kræsnu og krevjandi mugu sleppa at njóta støðina sum ídnaðar- og mentanararv á eini kaffistovu, vitja eina góða búð og eina áhugaverda framsýning, sigur Mayfinn Norðoy, arkitekur.

 

Leinkja til Ráðgevarablaðið

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi