Tíðindi: Shipping Ι 17. februar 2020
Neyðugt at tryggja kappingarføri og marknaðaratgongd
Fríggjadagin hevði Reiðarafelagið fyri Handilsskip (RFH) aðalfund. Fyri vali stóðu Hentzar Steingrímsson, Bogi P. Nielsen, Sjúrður Johansen og Jónas Sigmarsson. Teir vóru allir afturvaldir.

Formaðurin, Jens Meinhard Rasmussen, legði ársfrágreiðingina fram á aðalfundinum. Hann vísti á, at áhaldandi er neyðugt at tryggja kappingarførið og marknaðaratgongdina hjá føroyska handilsflotanum og shippingvinnuni.

 

Limirnir í Reiðarafelagnum fyri Handilsskip hava ein virknan leiklut í føroyska vinnulívinum. Knapt 1.800 starvsfólk eru knýtt at vinnugreinini, bæði á sjógvi og á landi, og talan er um eina altjóða vinnu, sum er knýtt at altjóða búskapinum. Hetta styrkir føroyska búskapin við at javna út konjunktursveiggj við størri fjølbroytni í inntøkum og virksemi í landinum.

 

Jens Meinhard Rasmussen legði serligan dent á, at tað hevur týdning, at Føroyar eisini hava atgongd til somu marknaðir sum kappingarneytarnir, og her saknar Reiðarafelagið fyri Handilsskip, at meira verður gjørt frá politiskari síðu. Serliga eru tað tvískattaavtalur og avtalur um cabotagusigling, sum vanta millum Føroyar og onnur lond.

 

Mangul á arbeiðsmegi er ein støðug avbjóðing fyri limir í Reiðarafelagnum fyri Handilsskip, tí sera torført er at fáa fólk til dagligu uppgávurnar. Handilsflotin verður sostatt eisini merktur av søguliga lága arbeiðsloysinum í Føroyum.

 

Í summar var RFH vertur fyri aðalfundinum hjá International Chamber of Shipping (ICS). ICS er fremsta altjóða vinnugreinafelagið fyri handilsskipareiðarar og umboðar yvir 80% av altjóða handilsflotanum. Jens Meinhard Rasmussen fegnaðist um, at vitjanin var væleydnað, og at høvi var at hava aðalfundin í Føroyum. Serliga hevði tað týdning fyri RFH at bjóða starvsfeløgum úr øllum heiminum til Føroya og vísa á, at Føroyar er eitt framkomið samfelag, sum eisini innan shipping hevur eina nútímans og kappingarføra vinnu og eitt regluverk á altjóða støði.

 

Til ber at lesa alla nevndarfrásøgnina her.

 

Í nevndini í RFH sita: Jens Meinhard Rasmussen, formaður, Hentzar Steingrímsson, næstformaður, Gunnbjørn Joensen, Rúni V. Poulsen, Jónas Sigmarsson, Sjúrður Johansen og Bogi P. Nielsen.

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi